Skip to content

Takkarkvøðan 2026

Takk fyri Copenhagen Festival 2026

Góðu festival luttakarar,

Tað er við sorgblídni, at vit hyggja aftur á ein framúrskarandi festival. Tríggir dagar við gleði, drukki, látri og upp- og niðurtúrum – alt tað, sum ein festivalur skal innihalda. Vit vilja leggja út við at siga takk fyri, at tit vildu seta tíð av til at hátíðarhalda Copenhagen Festival 2026 við okkum.

Festivalurin í stuttum

Dagur 1

Nógv bendi á, at Opening Ceremony fór at gerast eitt brak aftur í ár. Mr. Jónas Von Schniller Lindenskov var, eins og í fjør, til dystin fúsur við einari einastandandi matskrá, meðan Julian leveraði eitt serstakliga stuttligt sekkjaspæl, har liðið hjá Karl stóð eftir sum vinnari.

Niðanfyri sæst kokkurin:

Medaljuhandan á Copenhagen Festival 2026

Dagur 2

Dagurin byrjaði við frálíkum veðri. Vit væntaðu satt at siga ikki ta heilt stóru undirtøkuna hendan dagin – millum tann stóra hósdagin og gylta leygardagin – men so var ikki.

Uppi á terassuni á Sofiegarðinum bakaði sólin, ølirnar vóru kaldar og undirtøkan var góð. Við góðum røðum frá Óla og Helga savnaðist ein stór fjøld uppi á terassuni, og fagnaðurin var stórur til langt út á kvøldið.

Niðanfyri sæst mynd av góða stemininginum á tekjuni á Sofiegården:

Røða á terassuni á Sofiegarðinum

Dagur 3

Nakað øðrvísi í mun til í fjør var leygardagurin doyptur Closing Ceremony.

Vit byrjaðu dagin við einum fótbóltsdysti, har mótstøðan var øgilig. Fyrsta liðið hjá ÍF Føroyum bjóðaði upp til dans, eftir at Karl Johansen – eisini kendur sum Curly Fries – mátti sløkkja allar dreymarnar hjá ÍF Føroyum um ein sigur í fjør.

Tó var mótstøðan ikki betri enn so, at vit megnaðu at fylgja við ein stóran part av dystinum. Nógvir spurningar vóru settir til uppstillingina frá byrjan av, og kanska áttu summir leikarar meira og summir minni spælitíð.

Eftir ein veldigan fyrra hálvleik, sum endaði 0-0, og har bæði liðini høvdu sínar kjansir, máttu vit lúta fyri ÍF Føroyum. Teir høvdu meira kreftir og orku enn vit. 5-1. Vit koma sterkt aftur.

Fótbóltsdystur á Copenhagen Festival 2026

Lukkutíð var hetta ikki endin av tí heila. Kl. 18:00 møttu øll til Closing Ceremony á Regensen, har vit sigldu við fullum seglum. Ymiskir vinningar vórðu deildir út, pitsa var til øll, og snapsurin frá Janusi Djurhuus var kaldur.

Hetta var milt sagt ein gigantisk succes, og vit fara heilt víst at leggja okkum eftir at gera okkurt líknandi næsta ár. Við rúsandi løgi doyvdu vit bremsur okkara, til kvøldið endaði við einum braki, tá skipið rendi á land mitt í gøtunum í Keypmannahavn.

Takk til sponsorarnar

Vit vilja enn einaferð ynskja øllum vinnarunum tillukku, og harafturat takka okkara fantastisku sponsorum fyri at gera alt hetta møguligt:

  • Bergur Ákason
  • Hákun West av Teigum
  • Markus Fossádal
  • Julian Kragesteen
  • Andrias Fjallstein
  • Pauli Mittún
  • Vilhelm Poulsen
  • Tróndur Mikkelsen
  • Ári Rúnason
  • Jónas Mohr Joensen
  • Pauli Jacobsen
  • Karl Jónsson Johansen
  • Leivur Mortensen
  • Jóhan Eiler
  • Fródi Rasmussen

Takk fyri tit. Vit síggjast aftur næsta ár!

Við veitslukvøðu,
CPH Festival Nevndin

CPH Festival Nevndin